Mynd: EPA

Bayern leikarar góvu Kassai av grovfílini

Redaktion

19.04.2017 - 12:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sambært kenda spanska ítróttarblaðnum Marca og sjónvarpsstøðini La Sexta vóru nakrir av leikarunum hjá FC Bayern München alt annað enn fegnir við avrikið hjá ungarsku dómarakvintettini í Champions League fjórðingsfinaluni í gjárkvøldið ímillum Real og Bayern.

Skal ein trúgva Marca og La Sexta gjørdu Bayern leikararnir Robert Lewandowski, Arturo Vidal og Thiago nevniliga ikki mætari, enn at teir eftir dystin í gjárkvøldið brustu inn í skiftingarrúmið hjá Victori Kassai og hjálpardómarum hansara og lótu teir vita, hvat teir hildu um avrik teirra.

Harundir er ikki óhugsandi, at teir millum annað hava gjørt vart við tað seinna gula kortið hjá Arturo Vidal umframt 2-2 málið hjá Cristiano Ronaldo.

Sambært tíðindamanninum José Luis Sánchez frá La Sexta...

- Brustu teir inn til hann (Victor Kassai, red) fyri at fornerma hann. Teir funnust hvassliga at honum og góvu honum skuldina fyri tapið.

Hendingin skal vera farin fram á leið 20 minuttir eftir dystarlok, og noyddist dómarin at enda, sambært Marca og La Sexta, at seta seg í samband við løgregluna fyri at fáa teir illu Bayern leikararnar út.

Vátta ungarsku dómararnir tilburðin fyri Uefa, kann Bayern fáa eina revsing.

Real Madrid vann 4-2 á Bayern München eftir longda leiktíð og er við sigrinum í gjárkvøldið komið víðari til Champions League hálvfinalurnar – hetta eftir at Real vann fyrra dystin í Týsklandi fyri einari viku síðan 2-1, meðan Bayern vann seinna dystin við somu siffrum í spanska høvuðsstaðnum.