Mynd: EPA

Bayern-Arsenal fyri triðju ferð uppá fimm ár í 1/8 finalunum

Redaktion

15.02.2017 - 08:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir dystir eru á skránni í kvøld í 1/8 finalunum í Champions League.

Talan er um dystirnir ímillum Real Madrid-Napoli og Bayern München-Arsenal.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at síðstnevndu hittast í 1/8 finalunum í Champions League. Tey bæði hittust nevniliga í bæði 2012/13 og 2013/14. Í báðum førunum vann Bayern samanlagt. Í 2013 kom Bayern víðari uppá útimál (3-3), meðan Bayern í 2014 kom víðari við einum samanløgdum 3-1 sigri.

Bayern og Arsenal hittust eisini í bólkaspælinum í Champions League í fjør. Bayern vann heimadystin 5-1, meðan Arsenal vann 2-0 í Norður London.

Munurin hesaferð í mun til hinar báðar 1/8 finalurnar í ávikavist 2013 og 2014 er annars, at Arsenal hesaferð tekur ímóti Bayern sum vinnari av sínum bólki, meðan Bayern endaði á 2.plássi í sínum bólki aftanfyri Atletico Madrid. Hinar báðar ferðirnar er Arsenal endað sum nummar tvey í sínum bólki og hevur tískil mugað livað at skula leika á heimavølli í tí fyrra dystinum, men hesaferð er øðrvísi, og sleppur Arsenal tí at leika á heimavølli í tí seinra dystinum.

Í gjárkvøldið leiktu PSG og Barcelona fyrsta dystin í 1/8 finalunum. PSG vann heldur óvæntað heili 4-0, meðan Benfica í sínum lag vann 1-0 á Borussia Dortmund.