Mynd: Jens Kristian Vang

Beinleiðis: Føroyar taptu 1-0

Sverri Egholm

15.10.2014 - 03:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar og Ungarn bresta saman á Tórsvølli klokkan 19:45.

Portalurin er á Tórsvølli og fólk eru byrjað at streyma inn á áskoðaraplássini. Sum skilst hevur áhugin fyri dystinum verið hampuligur og líkindini til fótbólt eru góð í kvøld.

Portal.fo fer at fylgja dystinum við beinleiðis tekst frásøgn.

----

Føroyar - Ungarn (0-1)

90 min: Ungarn vann 1-0 á Føroyum í einum dysti, har Føroyar høvdu tað mesta av spælinum

90 min: 4 minuttir eru lagdir afturat og Føroyar trýsta øgiligt hesar síðstu minuttirnar

83 min: Møguleikar eru til bæði liðini, men eingin hevur fingið nakað burturúr í seinna hálvleiki

80 min: Føroyar gera sína síðstu útskifting. Út fer Sølvi Vatnhamar og inn kemur Gilli Sørensen

75 min: Føroyar gera sína aðru útskifting. Út fer Jóan Símun Edmundsson og inn kemur Arnbjørn Hansen

72 min: Ungarn gera eina útskifting. Tozér fer út og inn kemur Zsolt Kalmár

67 min: Føroyar gera sína fyrstu útskifting í fyrsta hálvleiki. Kaj Leo í Bartalsstovu kemur inn fyri Christian Holst

66 min: Hallur er fór skaddur av vøllinum, men er nú komin innaftur

64 min: Seinastu 5 minuttirnar eru tað Føroyar, sum hava bóltin og hava spælt øgiliga væl í millum sín

55 min: Gult kort til Føroyar. Fróði Benjaminsen

49 min: Føroyska landsliðið er komið betri frá byrjan enn Ungarn og hava havt onkran møguleika, men hava ikki fingið nakað burturúr 

48 min:
Zoltán Gera hevur fingið gult kort

46 min: So er dysturin farin í gongd aftur

45 min: So er hálvleikur á Tórsvøli. Ungarn er á odda 1-0 óuppiborið við máli, sum Ádam Szalai skoraði tá 20 minuttir av fyrra hálvleiki vóru leiktir

45 min: 2 minuttir eru lagdir afturat

41 min: Stórur málmøguleiki til Hall Hansson, men hann fór við síðurnar av málinum

38 min: Fróði Benjaminsen smekkaði høvdi saman við einum ungarskum spælara í royn at fáa høvdi á bóltin. Fróði bleiv liggjandi, men er nú við aftur

31 min: Hallur Hansson hevur fingið gult kort

27 min: Tað er nógv trýst á Føroyska liðið í løtuni, sum eru eitt sindur skelkaðir aftaná málið hjá Ungarn, men Føroyar spæla sera væl millum sín

20 min: Ungarn fingu fríspark beint uttanfyri brotsteigin og Ádam Szalai setti bóltin í netið. Hetta kann ikki sigast at vera uppiborði. Støðan er nú 1-0

19 min: Gult kort til Atla Gregersen

18 min: Tað eru framvegis Føroyar sum trýsta og komin til fleiri møguleikar, men hava tó einki fingið burturúr

10 min: Føroyska landsliðið er komið væl frá byrjan í hesum EM-undankappingardystinum móti Ungarn. Føroyar trýsta og koma til nøkur skot

5 min: Eingin av føroysku leikarunum komu veruliga til nakað skot og Ungarn fekk bóltin burtur

4 min: Føroyar hava havt fyrsta málmøguleikan í dystinum bólturin fór út til horna sum Brandur Olsen tekur

1 min: Dysturin er farin í gongd

----

Liðini síggja soleiðis út:
Føroyar:
Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Atli Gregersen, Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Christian Holst, Jóan Símun Edmundson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen

Venjari: Lars Olsen

Ungarn: Dénes Dibusz, Kriztián Simon, Mihály Korhut, Tamás Kádár, Balázs Dzudzsák, József Varga, Dániel Tozsér, Xoltán Gera, Ádám Szalai, Nemanja Nikolic, Roland Juhász

Venjari: Pál Dárdai