Beinleiðis frásøgn: Liðugt, Finnland vann 3-1

Dávid Arnold Hjelm

08.09.2014 - 02:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin er á Tórsvølli og vit fara at fylgja gongdini.

Føroyar - Finnland

1 min: Dysturin er bríkslaður ígongd

7 min: Leikar nokkso javnt á fyrstu løtuna

11 min: Finnar hava havt trý skot móti málinum seinastu minuttirnar

18 min: Finnar hava akkurát havt ein risa møguleika, men Gunnar bjargar

23 min: Føroyingar hava trýst seinastu løtuna

27 min: Finnar hava havt enn ein risa møguleika, men Gunnar bjargar við einari fantastiskari refleks bjarging

37 min: Perparin Hetemaj hevur fingið gula kortið

41 min: Christian Holst hevur lagt Føroyar á odda, støðan er 1-0 á Tórsvølli

45 min: Dómarin hevur bríkslað til hálvleik

45 min: Páll Klettskarð er farin út og inn ístaðin kom Jóan Símun Edmundsson

46 min: Annar hálvleikur er byrjaður

49 min: Hallur Hansson hevur fingið gula kortið

51 min: Róaldur Jacobsen hevur nú eisini fingið gult kort

52 min: Riku Riski hevur skorað fyri Finnland, støðan er nú 1-1

54 min: Føroyar skifta út, út fer Róaldur Jacobsen og inn ístaðin kemur Rógvi Baldvinsson

59 min: Føroyingar eru undir sera stórum trýsti frá finnum

69 min: Føroyar hava havt ein góðan møguleika, men teir megnaðu ikki at fáa mál

75 min: Føroyingar hava brúkt sína síðstu útskifting, út fór Gilli Sørensen og inn kom Ári Jonsson

78 min: Riku Riski hevur skorað sítt annað mál í dystinum, støðan er sostatt 2-1 til Finnland

79 min: Sonni Ragnar Nattestad hevur fingið gult kort

81 min: Nú hevur Jóan Símun Edmundsson eisini fingið gula

82 min: Roman Eremenko hevur skorað til 3-1 til Finnland

88 min: Finnland skiftir út, út fer Teemu Pukki og inn ístaðin kemur Joel Pohjanpalo

90 min: Vanliga leiktíðin er farin og 4 minuttir eru lagdir afturat

94 min: Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, dysturin endaði 3-1 til Finnland

__________


Føroyar

Teir ellivu sum byrja

Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Odmar Faerø, Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen, Christian Holst og Páll Klettskarð

Bonkurin

Teitur Gestson, Tórður Thomsen, Pól Jóhannus Justinussen, Ári Jonsson Rógvi Baldvinsson, Jóan Edmundsson, Klæmint Olsen, Brandur Olsen, Kaj Bartalstovu, Jóhan Davidsen, Arnbjørn Hansen og Bárður Hansen


Finnland

Teir ellivu sum byrja

Niki Mäenpää, Niklas Moisander, Joona Toivio, Roman Eremenko, Perparim Hetemaj, Teemu Pukki, Kari Arkivuo, Tim Sparv, Jere Uronen, Alexander Ring og Kasper Hämäläinen

Bonkurin

Lukas Hradecky, Jesse Joronen, Sebastian Sorsa, Jukka Raitala, Juhani Ojala, Eero Markkanen, Riku Riski, Sakari Mattila, Tapio Heikkilä, Joni Kauko, Joel Pohjanpalo og Petteri Forsell