Mynd: Olaf Olsen

Beinleiðis frásøgn: Føroyar vunnu á Svangaskarði

Sverri Egholm

09.09.2014 - 23:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

U21 landsliðið tekur um eina lítla løtu ímóti Montenegro á Svangaskarði. Portalurin er á staðnum og fer at fylgja gongdini í dystinum sum byrjar klokkan 17.

-----

Føroyar - Montenegro (1-0)

90 min: Dysturin á Svangaskarði er liðugur og Føroyar vunnu dystin 1-0. Tað var Ári Mohr Jónsson sum skoraði fyri Føroyar í 32. minutti

89 min: Hóast Montenegro spæla við einum manni minni enn Føroyar, eru tað teir sum leggja trýstið í løtuni fyri at fáa útjavnandi málið

88 min: Føroyar gera sína síðstu útskifting. Út fer Árni Frederiksberg og inn kemur Pól Ingason

83 min: Reytt kort til Montenegro. Tað var Mugoša sum bleiv sendur av vøllinum

75 min:
Føroyar ger enn eina útskifting. Út fór Tróndur Jensen og inn kom Rógvi Joensen

67 min: Føroyar høvdu eina góða støðu og høvdu møguleika at skora, men skjótt er hinvegin, men gott verjuspæl hjá Føroyum gjørdi at Montenegro ikki fekk møguleikan at javna.

66 min: Føroyar gera sínu fyrstu útskifting. Út fór Heðin Hansen og inn kom Pál Mohr Joensen

64 min:
Stórur møguleiki til Montenegro, men Teitur Gestsson í málinum gjørdi eina rimmar bjarging

60 min: Montenegro ger eina útskifting. Út fór Vukčević og inn kom Vujnović

54 min:
Framvegis 1-0 til Føroyar. Montenegro vóru betra frá byrjan, men seinastu løtuna hevur Føroyar haft tveir stórar málmøguleikar, men skotini eru farin við síðurnar av málinum

46 min: Dysturin er byrjaður aftur

45 min: Liðini eru farin til hálvleiks. Føroyar hava verið betra liðið í fyrra hálvleiki og hava haft meira spæl og fleiri møguleikar enn Montenegro

45 min: Dómarin hevur lagt 1 minutt afturat vanligu leiktíðini

41 min: Enn eitt gult kort til Montenegro, hesaferð var tað tilLuka Djordjević

37 min:
Gult kort tilNemanja Cavnić hjá Montenegro

32 min:
So var 1-0 til Føroyar og tað var Ári Mohr Jónsson skoraði. Man má siga at hetta er í tráð við leikgongdina, tí Føroyar hava lagt trýst á Montenegro seinastu løtuna

19 min:
Seinastu løtuna hava tað verið møguleikar hjá báðum liðunum, men hevur tikið av

11 min: Føroyska liðið er komið betri frá byrjan og hava haft meira spæl. Teir spæla væl saman, men enn hava tað ikki verið nakrar serligir møguleikar

10 min: Brandur Olsen gult kort

7 min: Gult kort til nr. 11, Arná Frederiksberg

1 min: Dysturin er byrjaður


Sí eisini: Myndir: U21 Føroyar og Montenegro fyrri hálvleikur
Les eisini: Hesir byrja inni fyri U21 í dag