Her hevur dómarin júst bríkslað dystin av og Føroyar hava vunnið

Sensatión: Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi!!!!!

Sverri Egholm

15.11.2014 - 03:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Síðsti landsdysturin hjá føroyska landsliðnum í ár fer í gongd klokkan 19:45. Føroyar møta Grikkalandi í griska høvuðsstaðnum Athen.

Portalurin fylgir gongdini í dystinum.

Grikkaland - Føroyar (0-1)

90 min:
Dysturin er av og Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi

90 min:
Grikkar trýsta øgiligt. 1 minuttur eftir

90 min: 4 minuttir eru lagdir afturat

88 min: Stórur møguleiki til grikkar. Bólturin fer beint á tvørtræið

87 min: Føroyska liðið ger sína síðstu útskifting. Brandur Olsen fer út og Klæmint A. Olsen kemur inn

84 min: Føroyar gera eina útskifting afturat. Oddmar Fæø kemur inn fyri føroyska málskjúttan Jóan Símun Edmundsson

82 min: Grikkar leggja stórt trýst á Føroyingar fyri at fáa útjavnandi málið. Ferðin í spælinum er sera høg

74 min: Føroyar gera eina útskifting. Út fer Christian Lamhauge Holst og inn kemur Pól Jóhannus Justinussen

68 min: Rimmar møguleiki til Grikkaland, men hann fer tíbetur uppum málið

61 min: Jóan Símun Edmundsson hevur lagt Føroyar á odda!

57 min: Gult kort til Atla Gregersen

51 min: Tað var líka við at Fróði Benjaminsen á odda 1-0 við einum skoti í brotsteiginum. Skotið fór á stongina og út

48 min: Gult kort til Hall Hansson, sum harvið ikki fær verið við til næsta dyst

46 min: So eru liðini aftur á vøllinum og dysturin er bríkslaður í gongd aftur

45 min: Liðini eru farin til hálvleiks

45 min: Risa møguleiki til Jóan Símun Edmundsson síðst í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki Jóan Símuni fáa bóltin í netið.

45 min: 1 minuttur er lagdur afturat í fyrra hálvleiki

42 min: Stórur møguleiki til Føroyar. Fróði Benjaminsen roynir seg í sekstanmetrinum við at skalla bóltin, men bólturin fór tíverri ikki í málið

34 min: Grikkar leggja trýst á føroyska liðið, men fáa einki burturúr málmøguleikunum

17 min: Brandur Olsen við farligum skoti aftaná fríspark, men bólturin fer á stongina og út

15 min: Jóan Símun Edmundsson fekk bóltin tætt við málið, men fekk ikki skot á. Leikar framvegis javnt á, men Føroyar leggja trýst á Grikkaland í løtuni

6 min: Framvegis rættiliga javnt. Eingin rættiligur málmøguleiki enn

1 min: Dysturin er farin í gongd