Beinleiðis: Norðurírland vann 2-0

Sverri Egholm

12.10.2014 - 02:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Klokkan 19:45 tekur Norðurírland móti Føroyum á Windsor Park í Belfast.

Portalurin fer at fylgja dystinum við beinleiðis frásøgn.

Les eisini: Hesir byrja inni móti Norðurírlandi

----

Norðurírland - Føroyar (2-0)

90 min:
Føroyar taptu dystin 2-0 móti Norðurírlandi í Belfast á Windsor Park í kvøld

90 min: Føroyar gera sína síðstu útskifting. Kaj Leo í Bartalsstovu kemur inn fyri Pól Jóhannus Justinussen

90 min: Vanliga leiktíðin er farin og 3 minuttir eru lagdir afturat

82 min: Leikferðin í dystinum er ikki nakað at reypa av og tað eru ikki nakrir serligir málmøguleikar. Hvørki til Føroyar ella Norðurírland. Tó hevur Norðurírland munin

81 min: Brandur Olsen kemur inn fyri Christian Lamhauge Holst

75 min: Føroyar gera eina útskifting. Arnbjørn Hansen kemur inn fyri Páll Klettskarð

62 min: Norðurírland hevur yvirlutan, men Føroyar eru ikki langt aftanfyri í løtuni. Støðan er framvegis 2-0 til Norðurírland

49 min: Føroyska liðið spælir væl hesa fyrstu løtuna í seinna hálvleiki

46 min: Dysturin er farin í gongd aftur

45 min: So er hálvleikur í Belfast á Windsor Park. Støðan í hálvleikinum er 2-0 til Norðurírland. Tó hevði Fróði Benjaminsen møguleika at minka um munin tá Føroyar fingu brotsspark tá umleið 35 minuttir vóru leiktir.

45 min: 1 minuttur er lagdur afturat

44 min: Tað eru norðurírar, sum hava meginpartin av spælinum, men føroyska liðið er nógv betri við enn fyri einari løtu síðani

36 min: Brotsspark varð dómt til Føroyar og Fróði Benjaminsen var settur at taka. Men málmaðurin hjá Norðirírlandi bjargaði annars góða skotinum hjá Fróða

35 min: So er brotsspark til Føroyar

33 min: Seinastu løtuna hevur tað ikki verið líka nógv trýst á Føroyska liðið sum í byrjanini av dystinum. Norðurírland hava lagt seg eitt sindur aftur á vøllin

18 min: So var 2-0 til Norðurírland

15 min:
Gult kort til Jónas Tór Næs

12 min: Tað er framvegis Norðurírland sum trýstir á Føroyska liðið, og spælið er fyri tað mesta á føroysku hálvuni

6 min: Norðurírland hava lagt seg á odda 1-0. Tað var Garet McAuley sum legði heimaliðið á odda

5 min: Tað eru Norðurírland sum hava mesta spæli frá byrjan og Føroyar hava ikki havt nakran møguleika enn

1 min:
Dysturin er farin í gongd