Beinleiðis sjónvarp: Krista í hylin í olympiskari kapping

Sverri Egholm

09.09.2016 - 13:04

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Klokkan umleið 14:15 skal einasti føroyski luttakarin í paralympisku leikunum, Krista Mørkøre, royna seg.

Hon skal svimja í trimum kappingum. Hon skal svimja 50 metrar frí innleiðandi í dag. Týsdagin og hósdagin eru innleiðandi kappingar til ávikavist 100 metrar frí og 400 metrar frí.

- 16 av teimum bestu íðkarunum í heiminum eru slopnir við til hesa kappingina, so bara at vera sloppin við er ótrúligt, segði hon við 3-2 í gjárkvøldið.

- Eg vænti ikki finalupláss hesuferð, sigur 16 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík, segði hon.

Omanfyri sæst beinleiðis sjónvarp úr Rio. DR3 vísir eisini kappingina.