(Mynd: Hallur Suni)

Beinleiðis stroyming: Estetiskur fimleikur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.03.2018 - 15:52

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki byrjaði í dag klokkan 13:00. Kringvarpið sendir beinleiðis úr ítróttarhøllini í Runavík.

Steypavinnararnir eru funnir hjá pinkum og smágentum í estetiskum fimleiki.

Hjá pinkum gjørdist Svalan, Støkk vinnari av seinnu kappingini. Svalan vann eisini fyrru steypakappingina, og harvið er liðið steypavinnari.

Hjá smágentum vann Viólin, Støkk seinnu steypakappingina. Fenja hjá Havnar Fimleikafelag vann fyrru steypakappingina, og tá stigini vórðu løgd saman, gjørdist tað eisini greitt, at Fenja varð steypavinnari.

Kl. 15.30 byrjaði steypakappingin aftur, og nú eru tað gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, sum skulu kappast.

Stroymingin sæst her.