Mynd: Reiðaríið

Beinur hevur landað í Skagen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

19.06.2017 - 18:45

> Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, Beinur frá Hirtshals, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsø eiga, kom leygardagin til Skagen við nebbasild.

Beinur hevur roynt á Dogger Bank í eina viku, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Beinur hevði 2400 tons.

Beinur fór aftur á nebbasild í gjár. Við Beinur eru 9 føroyingar, og skipari er Gunnar Nolsø.