Myndir av bretska kongahúsinum sæst her, beint við Shankill Road í Belfast. Mynd: Jógvan H. Gardar

Belfast - bretska drotningin og Union Jack

Jógvan Hugo Gardar

12.10.2014 - 00:49

Tíðindi >

Eitt sum sermerkir Belfast er munurin millum hvussu protestantar og katolikkar brúka sjónlig tekin sum fløgg og veggjaprýði.

Í katólsku býarpørtunum síggjast ongi tjóðskaparlig sermerkir sum fløgg og sermerkir, meðan ein í protestantiska partinum sær túsundtals fløgg - bretsk fløgg - og ikki minst stórar veggjaplakatir sum vísa myndir av bretska kongahúsinum.

Protestantarnir ynskja framhaldandi samband við Stórabretland, og ikki minst tykjast teir meir kongatrúgvir enn sjálvt bretar.