Ardoyne-síðan - har katolikkar búgva. Mynd: Jógvan H. Gardar

Belfast - múrurin sum bara bleiv hægri

Jógvan Hugo Gardar

11.10.2014 - 20:54

Tíðindi >

 Belfast er ein ógvuliga niðurslitin býur. Roynt hevur verið at fáa gongd á býin við íløgum í millum annað eitt Titanic-savn, har ein kann síggja søguna um skipið sum sakk á sínum fyrsta túrið. Tað bleiv bygt í Belfast.

Men tá tú kemur út til har fólk búgva, til dømis í Ardoyne har katolikkar búgva, og Shankill har protestantar búgva, so sæst skjótt hvussu tunglyndi hevur fingið fastatøkur á íbúgvunum. 

Býurin hevur í nógv ár verið býttur í partar har katolikkar búgva og har protestantar búgva. Aftaná tíðarskeiðið, sum tey kallað "the troubles" sum byrjaði seinast í sekstiárunum, so hevur man bygt gyrðingar og seinni múrar fyri at forða fyri samanbrestum millum átrúnarligu bólkarnar. Síðani 1997 hevur verið friðarligt í býnum, hóast tað av og á henda samanbrestir enn.

Sjónligast er sokallaði friðarmúrurin sum heldur katolikkar og protestantar frá hvørjum øðrum. Hesin friðarmúrurin er fleiri ferðir hækkaður fyri at tryggja at eldbumbur, grót og annað ikki verður blakað uppum. Á myndunum síggjast raðhús á katólsku síðuni sum liggja heilt uppat múrinum, har fólk hava bygt urtagarðar og altanir inni í jarnbúrðum, fyri at verja seg móti áganginum.


Føroyska A-landsliðið í fótbólti spælir í kvøld dyst móti Norður-Írlandi í Belfast.