Divis Tower. Mynd: Jógvan H. Gardar

Belfast - bretska fregnartænastan helt til í háhúsinum

Jógvan Hugo Gardar

11.10.2014 - 19:43

Tíðindi >

Belfast er býurin har ósemjan millum katolikkar og protestantar í Norður-Írlandi var sjónligast. Í fleiri førum, frá seinnu helvt av sekstiárunum og eini 15-20 ár fram í tíð vóru bumbubrestir og dráp meir ella minni gerandiskostur.

Býurin er framvegis í tveimum - har katolikkar búgva, og har protestantar búgva. Tað er framvegis óhugsandi at ein protestantur setur búgv í katólsku býarpørtunum, og umvent.

Mest sjónliga tekin um hesa ósemju, burtursæð frá múrinum, er Divis Tower. Háhúsið sum stendur á eini høvd í Divis Street sæst um stóran part av býnum. Her setti bretska fregnartænastan búgv í ovastu hæddunum, har teir sóu um stóran part av Vestur-Belfast, katólku økini og inn í Shankill, har protestantarnir búgva.

Tað skal eisini hava verið skotið við skørpum frá háhúsinum.

Í dag er Divis Tower ímyndin av bretsku hjáveruni +i Belfast, men fregnartænastan er flutt út. Framvegis er múrurin har sum skilir bólkarnar frá hvør øðrum - og portrini verða framvegis stongd tá myrkrið kemur, fyri at forða fyri ófriði.


Føroyska A-landsliðið í fótbólti spælir dyst í Belfast í kvøld.