(Mynd: EPA)

Belgia: Leita eftir fleiri bumbumonnum

Ingi Samuelsen

24.03.2016 - 09:37

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Vóru fleiri sjálvmorðsbumbumenn í undirgrundarjarnbreytini í Brússel?

Hesin spurningur verður nú settur í sambandi við kanningarnar av yvirgangsálopunum í belgiska høvuðsstaðnum týsdagin. Løgreglan er í holtur við at eyðmerkja tey seku, og roynir at fanga tey.

Franska blaðið Le Monde og almenna belgiska sjónvarpsstøðin RTBF upplýsa í morgun, at belgiska løgreglan nú arbeiðir við at finna ein møguligan samsekan til bumbuálopið á undirgrundina.

Eftirlýsti maðurin bar eina stóra tasku, og fylgdist við Khalid el Bakraoui, ið sprongdi seg sjálvan í luftina á Maelbeek-jarnbreytastøðini. Tað vísa myndir frá vakmyndatólum á støðini, skriva miðlarnir.

RTBF skrivar, at tað er óvist, um løgreglan veit hvør maðurin er, og um hann er livandi ella slapp frá hendingini við lívinum.

Harumframt leitar løgreglan eftir minst einum samsekum manni, sum framvegis gongur leysur.

Tað er maðurin í ljósum klæðum og hatti, ið varð sæddur í Zaventem-floghavnini saman við teimum bðaðum sjálvmorðsbumbumonnunum.

Hesin maðurin hevur eftir øllum at døma lagt eina bumbu í floghavnini, og rýmdi síðan frá henni. Bumban brast ikki, men varð funnin og gjørd óskaðilig.

Álopið á floghavnina og jarnbreytina í Brússel týsdagin hevur kostað 31 fólkum lívið. 300 vórðu særd, harav 61 framvegis eru álvarsliga skadd.