Belgisku leikararnir kundu fegnast eftir eitt sannførandi avrik í 2.hálvleiki

(Mynd: EPA)

Belgia setti tingini uppá pláss í 2.hálvleiki

Agnar Frederiksen

18.06.2018 - 16:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Bólkur G er nú komin í gongd, og tá samanumkom vunnu stórfavorittarnir úr Belgia trygt. Tað var annars ikki so sannførandi hjá Belgia í 1.hálvleiki, og Panama skal hava stórt rós fyri sín innsats í Sochi.

Belgia verður av mongum skýrt at vera ein outsidari til sjálvt HM-heitið. Liðið hjá Roberto Martinez og Thierry Henry hevur á pappírinum ein sera yvirkommiligan bólk, og fyrsta uppgávan var miðamerikanska Panama, ið á fyrsta sinni er til eitt HM-endaspæl.

Vincent Kompany var ikki vorðin til reiðar, men í belgisku byrjunaruppstillingini vóru ein rúgva av leikarum við nógvari góðsku. Í dag var tað liðformaðurin, Eden Hazard úr Chelsea, ið gekk á odda. Tað var hann, ið var keldan til tær flestu góðu støðurnar hjá sínum liðið. Belgia skapti góðar møguleikar frá byrjan, men í stórum tíðarskeiðum í 1.hálvleiki gekk spælið ov seint. Panama megnaði at bróta belgisku rútmuna, við millum annað mongum fríspørkum,  og eisini at halda væl uppá bóltin til tíðir.

Málleyst í hálvleikinum, men Belgia kom sera væl út til 2.hálvleik. Næstan beinanvegin legði Dries Mertens úr Napoli favorittarnir á odda. Lítli álopskendi leikarin fekk bóltin heilt úti við brotsteigarmarkið í høgru, og hann sendi bóltin elegent uppum málverjan hjá Panama. Næstan beint eftir málið var høgri bakkurin, Murillo, sera nær við at javna fyri Panama, tá hann varð spældur innnum verjuna. men Thibaut Courtois kom væl út. 

Belgia hevði rímiliga gott tamarhald á støðuni, og so traðkaði Romelu Lukaku til. Innan nakrar minuttir avgjørdi áleyparin úr Manchester United dystin. Fyrst dró Hazard fleiri mótstøðuleikarar til sín, legði bóltin til Kevin De Bruyne, ið hegnisliga við uttarusíðu sendi bóltin inn á pannuna hjá Lukaku. De Bruyne hevði annars ikki sín allarbesta dyst; miðvallarin hevur spælt á sera høgum støði í Premier League fyri City í ár. Tá eitt korter var eftir fekk Beliga eina umsitlling; Hazard dró væl við bóltinum, sendi Lukaku í dýbdina, og sterki áleyparin var ísakaldur og lobbaði bóltin í málið til 3-0. 

Belgia - Panama 3-0(0-0)  

Klokkan 19.00 skulu hini bæði liðini í bólkinum, Ongland og Tunesia, spæla