(Mynd: EPA)

Belgia: Tríggir bygningar oyðilagdir í gassspreinging



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.01.2018 - 06:57

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Minst 14 fólk hava fingið skaða eftir at fleiri bygningar í belgiska býnum Antwerpen í gjárkvøldið rapaðu, eftir øllum at døma orsaka av eini gassspreinging.

Fimm teirra hava fingið álvarsligar skaðar, meðan ein persónur verður sagdur at vera í lívsvanda, upplýsa belgiskir myndugleikar fyri tíðindastovunum.

Spreingingin hendi stutt eftir klokkan hálvgun tíggju, og oyðilegði tríggjar bygningar mitt í Paardenmarkt býarpartinum, nærhendis lærda háskúlan. Skaði kom eisini á fleiri grannabygningar.

Fram móti morgni eru fleiri fólk bjargað úr bygningsleivdunum við hjálp av servandum hundum. Í morgun var framvegis arbeitt við at finna eitt par og barn teirra í húsaleivdunum. Hesi verða hildin at vera tey seinastu, men enn er óvist um fleiri møguliga liggja í leivdunum.

Ikki er greitt hvør orsøkin var til spreingingina, men belgiska løgreglan hevur víst aftur illgrunanum um, at talan skuldi vera um yvirgang.

Lokala sjónvarpsstøðin, RTBF, hevur sagt, at talan eftir øllum at døma er ein gassleki.

Mydir av staðnum vísa bygningar, sum hava fingið alla framsíðuna oyðilagda av spreingingini. Fleiri miðlar siga, at spreingingin hendi á eini pitsamatstovu niðjast í einum av bygningunum, skrivar Ritzau.