Belgiskur ríkisborgari stóð aftanfyri álopini

Ingi Samuelsen

16.11.2015 - 11:53

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Belgiarin Abdelhamid Abaaoud er undir illgruna fyri at vera høvuðsmaðurin handan álopið í Paris fríggjakvøldið, siga keldur við sambandi til kanningararbeiðið. Sambært upplýsingunum, er hann í løtuni staddur í Sýrialandi.

Bretska sjónvarpsstøðin Sky News sigur, at maðurin fyrr hevur verið settur í samband við atsóknir, ið eru miesyendðar – í eini kirkju og í einum toki til Paris.

The Guardian skrivar, at 27 ára gamli Abaaoud er nevndur í fleiri løgreglufrágreiðingum saman við Ibrahim Abdeslam, ið framdi álopið við kaffistovuna Comptoir Voltaire í franska høvuðsstaðnu fríggjadagin.

Atsóknin í tokinum fór fram í august mánaði. Tokið koyrdi frá Amsterdam til Paris, og her fór Auoub el-Khazzani at skjóta, men varð tikin av fótum av ferðafólkum.

RTL útvarpsstøðin sigur, at Abdelhamid Abaaoud skal vera ein av teimum virknastu skarprættarunum, sum Islamiskur Statur hevur.

Abaaoud kemur frá Molenbeek býarpartinum í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, og tað er júst har, sum løgreglan hevur gjørt fleiri rannsóknir eftir álopini í Paris.

Ein trygdarserfrøðingur við sergrein í Islamiskum Stati sigur, at álopið í Paris passar væl til Abaaoud.

- Hann er júst týpan, ið kann finna upp á at leggja eitt slíkt álop til rættis, sigur serfrøðingurin Charlie Winther við The Independent.