Ben Arabo fer frá sum stjóri í Atlants Kolvetni

Ingi Samuelsen

29.09.2017 - 13:11

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Olju- og frálandavinna

Ben Arabo fer frá sum stjóri fyri oljufelagið Atlants Kolvetni, eisini kallað Atlantic Petroleum. Tað boðar føroyska oljufelagið frá í einum boðum til keypsskáarnar í dag. Ben Arabo verður sitandi í sessinum til 1. desember.

Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum, sigur í hesum sambandi:

- Vit harmast um at vegor okkara nú skiljast. Eg vil takka Ben Arabo fyri tað hann hevur gjørt fyri felagið hesi árini. Trý tey seinastu árini hava verið sera avbjóðandi fyri oljuvinnuna og undir leiðslu av Ben hevur Atlantic Petroleum ferðast millum brotasjógvar. Felagið er nú endurfíggjað við nýggjum inntøkum, sum fara at koma í 2018. Tað er eitt gott grundarlag fyri at fáa vøkstur í felagið aftur og finna nýggj virkisøki, sum verður høvuðsavbjóðingin fyri komandi stjóran.