Brot úr sendingini Moderne mirakler á DR2

- Benjamin virkar meira róligur og glaður - roynir at skapa orð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

20.03.2017 - 22:11

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

Á donsku sjónvarpsrásini DR2 varð eitt føroyskt íslett í kvøld. Í sendingini "Moderne mirakler" sóu vit hálvttriðja ára gamla føroyska drongin, Benjamin Fríða, og um hvussu læknarnar hjálptu honum við hoyrnini. 

Í dag tosaðu vit við mammuna, Biritu Jacobsen, um hvussu tað gongur hjá teimum.

Benjamin Fríði er føddur við einari sjúku sum kallast Auditiv neuropati. Ein sjúka sum ger, at hoyrinervarnir ikki synkronisera, og tað er so orsøkin til, at hann ikki hoyrir.

Fyri at hjálpa honum at hoyra, fekk drongurin eitt implantat í høvdið, sum eitur Cochlear Implant, og nú er hann byrjaður at reagera uppá ljóð, og eisini roynir hann at gera ymisk ljóð og orð.

- Í barnagarðinum siga tey okkum, at Benjamin Fríði roynir at gera ymisk ljóð, og at starvsfólkið á stovninum siga seg hava hoyrt okkurt sum líktist nógv onkrum orði, sigur ein glað og lættað mamma, sum følir seg nakað hepna, at hava fingið henda møguleikan.

- Hann virkar meira glaður og róligur nú, og eg síggi á honum, at hann roynir at forma onkur orð. Hann hevur ment seg sera nógv, sigur mamman.

Í løtuni eru tey í Danmarkar til eftirlit, og tað skulu tey triðjahvønn mánaða í 1-2 ár. Eisini skal Benjamin byrja í einum venjingarprogrammi í morgin, og tað verður eisini fyri tað mesta í Danmark. Tó koma læknin heim til Føroya at gera venjingar onkuntíð í september, greiðir Birita frá.

Sum Birita segði seinast vit umrøddu hana og son hennara, so er størsta ynski hennara, at sonurin ein dag kemur at hoyra, og at siga orðini: Mamma, eg elski teg.

Birita og Benjamin fóru til Danmarkar sunnumorgunin og koma aftur til Føroya týskvøldið.

Sendingin á DR2 sæst her

L
es greinina frá desember mánaða um Benjamin her