Ber longu til at skriva seg upp til nýggju iPhone


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

12.09.2017 - 23:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Til tey sum ikki leggja í prís, men bara vilja hava hendur á nýggjastu iPhone sum skjótast. Tað eru góð ráð til tykkum.

Longu nú ber til at skriva seg á ein lista hjá Føroya Tele og Vodafone, og vera millum tey fyrstu, sum fáa nýggju vørurnar frá Apple, sum plaga at vera væl umtóktar.

Apple kunngjørdi fyrr í kvøld trý sløg av iPhone. Tvær útgávur av iPhone 8, sum eru dagføringar av iPhone 7, og so serútgávuna iPhone X.

Prísurin er ikki ásettur, men helst fer síðstnevnda telefonin at liggja á omanfyri 10.000 krónum.

Listin hjá Føroya Tele
Listin hjá Vodafone

Les eisini: - Framtíðin av snildfonum