Bergur Løkke Rasmussen, skótaleiðari, ferðaleiðari, politikari og lesandi (Mynd: Ingi Samuelsen)

Bergur Løkke á skótavitjan í Føroyum

Ingi Samuelsen

30.07.2014 - 01:30

Tíðindi >

- Eg vitji Føroyar næstan á hvørjum ári, skilji føroyskt, men tosi tað tíverri ikki. Hesaferð verður tað ikki so nógv tíð saman við míni føroysku familju, men nú á ólavsøku verður ein løta sett av til at eta eina máltíð saman við familjuni.

Soleiðis sigur Bergur Løkke Rasmussen, sum er leiðari fyri einum bólki av grønum skótum úr Danmark, sum vitja í hesum døgum.

Bergur er hálvur føroyingur, sonur Sólruna og fyrrverandi danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen.

24 ára gamli Bergur hevur verið grønur skóti síðan hann var 7 ára gamal, og hóast hann er farin undir hægri lestur og eisini er í gongd við eina politiska karrieru, so er skótalívið framvegis ein týðandi partur av lívi hansara.

Fyrr í ár varð hann valdur inn í landsleiðsluna hjá KFUM-skótunum í Danmark, og tað fer við eitt sindur av tíð, men annars er tað í felagnum Spejder-Rejser, at hansara skótatíð verður brúkt. Spejder-Rejser skipar fyri spennandi skótaferðum kring tað mesta av heiminum.

Ferðaleiðari

Lars er staðkønur ferðaleiðari fyri einum flokki upp á 6 skótar í aldrinum 16 til 20 ár, sum vitja í Føroyum hesa og næstu viku.

- Vit skulu fyrst og fremst uppliva mentanina og nattúruna. Vit nýta høvið til at uppliva ólavsøkuna her í Havn, og síðan fara vit at ferðast og ganga runt um í oyggjunum. Eftir ólavsøku gongur leiðin til Mykinesar, har vit skulu uppliva náttúruna og fuglalívið. Hareftir verða fleiri gongutúrar á skránni, greiðir Bergur Løkke Rasmussen frá.

Komin aftur til Vágar úr Mykinesi skulu tey tvørtur um oynna, taka bussin undir Vestmannasund, og síðan ganga víðari til Vestmanna. Úr Vestmanna verður ein langur gongutúrur til Gjáar umvegis Hvalvík. Og ætlanin er eisini at fara upp á Slættaratind, um veðrið er til vildar.

Politikari

Síðan Bergur Løkke Rasmussen var 17 ára gamal hevur hann verið aktivur í ungdómsfelagsskapinum hjá Venstreflokkinum, Venstres Ungdom.

Í november í fjør varð hann valdur inn í regiónsráðið í Region Hovedstaden, sum fevnir um alt høvuðsstaðarøkið og Norðursæland.

Ein sera spennandi uppgáva, heldur Bergur Løkke Rasmussen, sum hóskar væl saman við lesnaðin. Hann lesur búskap á Copenhagen Business Scool, CBS. Hann skal byrja triðja semestur eftir summarstøðgin.