Lastbilurin, sum varð brúktur til at koyra inn í mannamúgvuna í Berlin í gjár. Mynd: EPA

Berlin: 12 deyð og fleiri enn 40 særd

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 08:40

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Talið á teim deyðu í Berlin í gjárkvøldið eftir tað, sum eftir øllum at døma hevur verið ein yvirgangsatsókn, er nú komið uppá 12. Harumframt eru fleiri enn 40 fólk særd.

Hetta vita fleiri altjóða miðlar at siga í morgun.

Tað var kl. 20.15, lokala tíð, í gjárkvøldið, at ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu á jólamarknaðinum á Breitscheidplatz í vestara partinum av Berlin.

Ein maður varð handtikin tveir kilometrar frá gerningsstaðnum.

Løgreglan í Berlin sigur, at hon kl. 13 í dag fer at hava ein tíðindafund viðvíkjandi hendingunum, sum fóru fram í gjárkvøldið.

DR veit at siga í morgun, sambært týska blaðnum Welt, at tann, sum eftir øllum at døma koyrdi lastbilin, varð handtikin, eftir at hann hevði roynt at taka sær til rýmingar ígjøgnum Tiergarten (ta stóru parkina mitt í Berlin, red), og eftir at eitt eygnavitni var farið rennandi aftaná honum og hevði givið løgregluni upplýsingar um, hvar hann var staddur. 

Maðurin, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, varð, sambært Welt, handtikin við Siegessaüle-minnismerkið.

Og sjálvt um tað enn ikki er almannakunngjørt, hvør maðurin er, skilja miðlarnir á staðnum nú á lagnum, at maðurin er pakistani, og at hann kom til Týsklands fyri einum ári síðan. Løgreglan visti, hvør hann var, men hetta einans vegna smærri lógarbrot. Maðurin er, sum skilst á einum talsmanni hjá DR í Berlin, 23 ára gamal.

Maðurin, sum var við honum í lastbilinum, og sum varð funnin deyður í lastbilinum, var ein póllendskur ríkisborgari, skrivar enska blaðið The Guardian.

Tað var, sambært The Guardian, ein póllendsk fyritøka, sum átti lastbilin.

Uppdaterað: 13.56 - 20.12.2016