(Mynd: EPA)

Berlin: Maður handtikin í sambandi við álopið í Berlin

Ingi Samuelsen

28.12.2016 - 14:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Týska løgreglan hevur handtikið ein persón, sum verður settur í samband við álopið á ein jólamarknað í Berlin, sum tunesarin Anis Amri framdi. Tað upplýsir ríkisákærin í Kalsruhe sambært dpa-tíðindastovuni.

Peter Frank, ríkisadvokatur, váttar tíðindini fyri Spiegel Onlin, at talan er um ein 40 ára gamlan tunesara, sum býr í Berlin.

Sambært týskum miðlum, varð maðurin handtikin í íbúð síni í býarpartinum Tempelhof, skrivar Ritzau.

Amri hevði telefonnummarið hjá handtikna manninum á telefon síni. Tað eru fleiri ábendingar um, at maðurin hevur verið við til at fremja álopið fyri viku síðani.

Gerningsmaðurin, Anis Amri, varð fríggjadagin skotin og dripin av løgreglufólkum í Milano í Norðuritalia.

12 fólk lótu lív, tá ein lastbilur koyrdi inn í mannamúgvuna á jólamarknaðinum. Umleið hálvthundrað fólk fingu skaða.

Í farnu viku tók Islamskur Statur ábyrgdina fyri álopinum. Síðan er eitt videobrot almannakunngjørt. Her sæst Amri svørja trúðskap til leiðaran hjá víðgongda felagsskapinum.

Seinastu dagarnar hevur eitt umfatandi kanningararbeiðið verið gjørt fyri at finna útav, um Anis Amri hevði hjálparar til at fremja illgerðina.