Besta málið í EM 2016

Steinar Patursson

13.07.2016 - 21:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Uefa ehvur í dag kunngjørt, hvør átti besta málið í EM 2016, og heldur óvæntað er tað ikki ótrúliga saksasparkið hjá sveisiska Xherdan Shaqiri móti Polandi.

Besta málið varð funnið umvegis atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá Uefa, og heili 32% høvdu svarað, at málið hjá Zoltan Gera móti Portugal var tað vakrasta.

Á øðrum plássi var málið hjá Christiano Ronaldo móti Wales við 24% av atkvøðunum, honum á baki var Shaqiri við málinum móti Polandi. Á fjórða plássi var finalumálið hjá Éder móti Fraklandi, ið fekk 16%, og á fimta plássi var málið hjá walisiska Hal Robson-Kanu móti Belgia við 5% av atkvøðunum.

Sí málið hjá Zoltán Gera omanfyri.