Mynd: Jens Kr. Vang

- Bestu karmar til vinnulívið

Jens Hákun Leo

03.01.2017 - 13:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tá ið ein skimmar samgonguskjalið hjá Tórshavnar kommunu, kann ein í fyrstu atløgu vera fyrigivin, um ein heldur, at samgonguskjalið tykist heldur vinstravent og í stóran mun ávirkað av Tjóðveldi.

Harundir eru fleiri av málunum, sum hendan nýggja býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu fer at leggja dent á tey komandi fýra árini, bleyt mál.

Les eisini: - Eingin Heðin eigur at sleppa at gera fortreð fyri nakra komandi býráðssamgongu aftur

Eldraøkið fær serliga nógv pláss í samgonguskjalinum, og er eisini pláss sett av til trivnaðarøkið, integratión, dagstovnaøkið, skúlaøkið, skapandi list, mentan, ítróttarpolitikk, gransking, náttúru, umhvørvi og grøna orku.

Við allari virðing fyri Fólkaflokkinum og Framsókn eru hetta mál, ein vanliga fyrst og fremst setur í samband við vinstravongin í politisku skipanini.

Tá ið Annika Olsen úr Fólkaflokkin, og nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar Býráð, varð spurd um hetta á tíðindafundinum í býráðshúsinum í Havn í dag í sambandi við, at samgongsuskjalið hjá nýggju býráðssamgonguni varð lagt fram, og um hon harundir helt, at Fólkaflokkurin hevði fingið nóg nógv av sínum politikki við í samgonguskjalið, var hon avgjørd.

Annika Olsen vísti á hesum viðvíkjandi, at um ein hugdi eftir valskránni hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið í Havn, legði flokkurin stóran dent á, at hann ætlaði at virka fyri ábøtum á eldraøkinum.

Eisini sipaði hon til teigin í samgonguskjalinum ”bestu karmar til vinnulívið”, har ið tað verður ført fram, at nýggja býráðssamgongan vil virka fyri bestu karmum til vinnulívið. Herundir førdi hon fram, at nýggja býráðssamgongan í Havn millum annað vil tryggja fyritøkum lættari og betri atgongd til kommunular arbeiðsuppgávur, hetta millum annað við brúki av útbjóðingarportali.

Undir ”bestu kamar til vinnulívið” stendur millum annað á soljóðandi hátt:

- ...Kommunan er viðspælari at birta undir kreativar og nýggjar vinnur. Samgongan vil stimbra íverksetaraumhvørvið, eitt nú við betri hølisviðurskiftum og ráðgeving.

- Samgongan vil dagføra upplatingartíðir fyri veitingarstøð og matstovuvinnu soleiðis, at hesar verða tíðarhóskandi.

- Tað er umráðandi, at handils- og vinnulív fær greiðar og gjøgnumskygdar reglur í sambandi við útboð av verkætlanum.

- Kommunan skal sum heild nýta føroyskar loysnir og keypa føroyskt, har tað er møguligt.

- Samgongan vil styrkja og menna ferðavinnuna og geva ferðafólki góðar upplivingar.

Nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu, sum leggur stóran dent á, at hon vil reka ein skynsaman fíggjarpolitikk, ætlar í aðrar mátar eisini at endurskoða samtyktu fíggjarætlanina fyri 2017, hetta tí at hon heldur, at undanfarna samgonga hevur framt nakrar undarligar disponeringar – so sum at lækka íløgukarmin við 45 milliónum krónum.

Annika Olsen, nýggi borgarstjórin í Tórshavnar Býráð, hevur tó enn trupult at vísa á, hvat heilt ítøkiliga skal broytast við samtyktu fíggjarætlanini.

Samgonguskjalið hjá nýggju býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu ber heitið ”Størri fólkaræði – Gjøgnumskygni og opinleiki”.

Les eisini: - Fara fyrst og fremst at raðfesta eldraøkið