Betri bú- og viðgerðartilboð til børnini á Barnaheiminum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

01.10.2016 - 10:40

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum hevur valt at raðfesta virksemið á Føroya Barnaheimi komandi 2 árini í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Í 2017 við 2,4 milliónum krónum. Hetta skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuni.

Føroya Barnaheim er undir stórum trýsti, tí fleiri børn verða sett á stovnar, og starvsfólkahópurin er ov lítil til, at veita børnunum neyðuga umsorgan og viðgerð. Barnaheimið er normerað til 20 børn, men í løtuni búgva 25 børn á Barnaheiminum.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum, sigur Eyðgunn Samuelsen tað vera hennara skylda, at syrgja fyri, at øll børn í Føroyum fáa ein virðiligan barndóm.

- Mítt hjarta brennir serliga fyri teimum børnum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey mugu búgva á Barnaheiminum. Tí havi eg valt at fara undir eina tilgongd, sum skal tryggja umsorganarsviknum børnum betri bú- og viðgerðartilboð, sum eru neyðug fyri, at børnini fáa ein góðan barndóm og gevur børnunum møguleika fyri at fáa eina vaksnamannatilveru á jøvnum føti við aðrar føroyingar, sigur landstýriskvinnan.

Nýtt Barnaheim í 2018
Avgjørt er eisini, at bøta um hølisviðurskiftini hjá børnum á Barnaheiminum. Tí verandi virksemið er spjatt út á fleiri hølir í høvuðsstaðnum.

Nøkur børn búgva á Føroya Barnaheimi og onnur børn búgva í leigaðum húsum. Í ávísum førum er eisini neyðugt at leiga høli til einstaklingafyriskipanir kring landið. Almannaverkið, sum hevur virksemið um hendi, hevur í longri tíð víst á, at hølisviðurskiftini als ikki eru nøktandi fyri børnini, tí karmarnir geva ikki rúmd fyri at skipa eina nøktandi námsfrøðiliga viðgerð.

Tí hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at nýtt Barnaheim skal byggjast og eru pengar settir av í 2018 og 2019 til endamálið.