(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Betri samtakið gott hálvársúrslit


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

14.09.2017 - 11:30

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

Samlaða úrslitið fyri samtakið var betri enn væntað í fyrra hálvári. Tó var tryggingarvirksemið merkt av endurgjaldi til ógvusligar skaðar. Úrslitið fyri samtakið var eitt avlop á 77,6 milliónir krónur eftir skatt. Fyri skatt var avlopið 92,7 milliónir.

Størsta skaðahendingin í søguni hjá Betri Trygging, ein eldsbruni í stórum virkisbygningi í Suðuroy, hevur, saman við tveimum øðrum stórum eldsbrunum, merkt úrslitið hjá Betri Trygging. Úrslitið var eitt lítið avlop á 0,4 milliónir krónur móti einum avlopi á 14,4 milliónir fyrra hálvár 2016. Hetta verður ikki mett at vera eitt nøktandi úrslit.

Betri Banki hevði eitt betri úrslit enn væntað. Nettoúrslitið var eitt avlop á 87,8 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til, at úrslitið er betri, eru hægri kursjavningar enn væntað, samstundis sum bankin hevur framt netto afturføringar av niðurskrivingum á lánum.

Nettorentuinntøkurnar vóru lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Hetta orsakað av lága rentustøðinum á altjóða marknaðinum og av hørðu kappingini á føroyska peningastovnsmarknaðinum. Bæði útlán og innlán bankans eru vaksin í fyrra hálvári; útlánini við 242 milliónum og innlánini við 510 milliónum krónum.

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá Betri samtakinum, Betri Pensjón, veksur støðugt, og avlopið á 1,8 milliónir krónur eftir skatt verður mett nøktandi. Tryggingargjøldini, íroknað innskot, økjast og vóru góðar 73 milliónir krónir fyrra hálvár 2017 í mun til smáar 59 milliónir fyrra hálvár 2016.

Útlitini fyri árið eru góð. Samtakið væntar eitt avlop á 120-165 milliónir krónur áðrenn skatt.

Hálvárið í stuttum:

• Avlop eftir skatt var 77,6 mió. kr.
• Avlop fyri skatt var 92,7 mió. kr.
• Útlán hjá samtakinum vóru 5,5 mia. kr.
• Innlán í samtakinum vóru 7,3 mia. kr.
• Solvensur var 40,5%
• Javni var 12,5 mia. kr.
• Eginogn var 2,9 mia. kr.

Tíðindaskriv frá Betri