Mynd: Betri

Betri setir fokus á bústaðin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

20.10.2017 - 17:34

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Bústaðarviðurskifti

Við Bústaðarbók um føroysk viðurskifti og bústaðarkvøldum kring landið setir Betri fokus á bygging og umbygging av privatum bústøðum

Á forvitnisligari bókaframløgu í Smæruni hósdagin legði Eyðun Eliasen, arkitektur, fram snotuliga og forvitnisliga bók, sum hann hevur latið latið úr hondum í samstarvi við Betri. Bústaðarbókin er tann fyrsta av sínum slag við góðum ráðum um bygging og umbygging í Føroyum.

“Okkara kjarnukundar eru bústaðarkundarnir, og við hesum átakinum seta vit enn mera fokus á heimini hjá føroysku familjunum. Vit eru sannførd um, at bústaðarbókin bæði verður kelda til íblástur og harafturat eitt virðismikið amboð hjá teimum, sum umhugsa at byggja síni egnu hús, ella sum ætla sær undir at byggja um”, sigur Øssur Skeel Nolsøe, privatkundastjóri í Betri Banka.

Bústaðarkvøld kring landið
Somuleiðis fer Betri enn einaferð undir eina røð av bústaðarkvøldum kring landið, har høvi verður at koma inn og fáa góð ráð frá arkitektinum, um hvussu tú tryggjar tær, at bústaðurin verður bygdur í tráð við veður, vind og føroysk viðurskifti annars. Eisini kemur Eyðun Eliasen inn á ymiskar orkuloysnir til bústaðin.

Fyrilestrarnir hjá Eyðuni Eliasen, arkitekti, taka hesa ferð støði í spildurnýggju bústaðarbókini, sum Eyðun hevur gjørt í samstarvi við Betri og sum verður latin luttakararnum á bústaðarkvøldunum.

Fyrsta bústaðarkvøldið verður í Vestmanna 25. oktober, og røðin við bústaðarkvøldum endar í Klaksvik 9. november.