(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Betri-deildin: Søgulig uppgerð á Summarfestivalinum

Ari av Rana

29.12.2017 - 11:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti hittast í fyrsta umfarið í Betri-deildini 2018. KÍ, sum hava verið meistarar 17 ferðir, skulu eftir fyribils leikskránni hjá FSF spæla á heimavølli móti HB, sum hava verið meistarar 22 ferðir, í fyrsta umfarið.

Feløgini hava tó valt at býta dystirnar um, tí eftir leikskránni skuldi KÍ á vitjan hjá HB í Gundadali, tá Summarfestivalurin er á skránni í Klaksvík. Feløgini hava tí avtala at býta dystirnar um, so at gestirnir á Summarfestivalinum kunnu síggja dystin millum stórfeløgini við Djúpumýru, skrivar Norðlýsið.

- Rættað kl. 13:34.