(Mynd: biblia.fo)

Bíbliutekstur á føroyskum gerandismáli kemur í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 06:57

Tíðindi > Trúarlív

Fyri fyrstu ferð í meira enn fimmti ár, gevur Føroyska Bíbliufelagið í ár út bíbliutekst út í nýggjari týðing.

Talan er um Nýggja Testamentið í útgávu, kallað Nýggi Sáttmálin, sum Heri Tróndheim hevur týtt til føroyskt gerandismál.

Týskvøldið heldur Føroyska Bíbliufelagið árliga limafund sín. Hann verður hildin í missiónshúsinum í Miðvági, og millum tey mál, sum verða borin fram á fundinum er fráboðanin um nýggju útgávuna.

- Útgávuætlanin fyri 2017 er søgulig, tí føroyingar fyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár fara at fáa eina nýggja bíbliuútgávu – eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin. Fleiri aðrar útgávur eru eisini í skjáttuni, skrivar nýsetti skrivarin, Gunnar Nattestad, í fráboðan.

Teir 400 limirnir í Bíbliufelagnum fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum tilarbeiði hjá felagnum.

Bergur D. Joensen, prestur, er formaður í bíbliufelagnum, og eftir fundin fer hann at halda ein fyrilestur við heitinum “Luther og Bíblian”.