Mynd: Jens Kr. Vang

Bíða eftir stóra navninum í regninum

Sverri Egholm

11.08.2017 - 20:45

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Sum kunnugt oysti tað niður á festivalgangararnar í Klaksvík í gjár og í morgun. Út á seinnapartin sleit í og sólin leitaði sær fram. 

Men nú regnar aftur. Í øllum førum eitt lítið æl. Fólk eru væl fyrireikaði og vóru skjót at hála regnskjól og góð klæði upp úr taskum, so skjótt sum tey føldu nakrar dropar.

Skráin er so smátt farin í gongd. Í løtuni runga tónarnir frá Báru Silvansdóttir úr Tjaldinum, og longu nú eru fleiri ungar gentir, sum hava fingið sær pláss fremst við pallin á Vágsbøi, har danski Christopher fer at framføra um eina løtu.

Hóast tað kom eitt lítið æl í skrivandi stund, so siga veðurstovurnar, at tað verður turt í kvøld. Frá klokkan 23 til á midnátt verður avfallið 0-1 millimetrar og so er turt til á middegi í morgin, sambært veðurforsøgnunum.

Síggj skránna her