Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Bíða eftir svartkjaftinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

11.04.2017 - 17:48

>

Fleiri íslendsk skip liggja í føroyskum havnum fyri tíðina.

Tey bíða eftir at sleppa at veiða svartkjaft, og tað kunnu tey tá svartkjafturin er komin norður í føroyskan sjógv.

Eitt teirra er Bjarni Ólafsson av Akranesi. Hann hevur ligið á Runavík í nakrar dagar og í morgun vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá manningina.

Bjarni Ólafsson er bygdur í Norra í 1999, er 67 metrar langur og 13 metrar breiður. Motorurin er ein 7500 HK. Wartsila. Hann lastar 1960 tons. Hann var keyptur úr Norra til Akranes í 2015.

Átta mans eru við tá teir trola aftir svartkjafi, makreli ella sild. Tá teir veiða lodnu er tað við nót og tá eru 11 mans við. Skipari er Runálfur Runólfsson.

Hann sigur, at hetta er fjórði Bjarni Ólafsson í røðini og at hansara familja hevur verið eigari í øllum skipunum. Felagið eitur Runólfur Hallfreðsson ehf og var stovnað í 1967.

Nú eru teir tveir mans sum eiga skipið saman við Mjølvirksmiðjuni á Akranesi, sum er høvuðseigari.

Teir vóna at fara til fiskiskap í annakvøld, um svartkjaftur verður á fáa. Eitt íslendsk skip er til fiskiskap, men fiskiskapurin er sera smáligur.