Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Fyri tveimum vikum síðani ringdi Bjarni Hammer til sín, og boðaði frá, at hann var avhoyrdur av løgregluni, greiðir Aksel V. Johannesen, løgmaður, Degi & viku frá.
Hann hevur annars ongar viðmerkingar til málið. Heldur ikki um hetta fær avleiðingar fyri Bjarna Hammer. Løgmaður bíðar til løgreglan hevur gjørt eina niðurstøðu í málinum, segði hann við Dag & viku í kvøld.
Tað var í gjárkvøldið, at VP skrivaði, at ein løgtingslimur varð avhoyrdur av løgregluni fyri at hava selt narkotisk evni. Í dag váttaði Bjarni Hammer, at tveir danskir løgreglumenn høvdu prátað við hann fyri tveimum vikum síðani, men ger vart við, at hann ikki hevur selt rúsevni.