(Savnsmynd: EPA)

Biden umhugsar at stilla upp sum forseti

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 09:49

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, 74 ára gamli Joe Biden, ivast framvegis í, um hann skal royna at gerast forsetavalevni í 2020.

Joe Biden var varaforseti tey átta árini meðan Barack Obama var forseti. Í eini samrøðu við Snapchat-miðilin, Good Luck America, sigur hann, at hann enn ikki veit, um tað vildi verið hóskandi fyri hann at stilla upp.

- Eg eri so ikki byrjaður at gera nakað ítøkiligt við tað. Men okkurt má gerast fyri at venda skútuni. Eg vildi heldur viljað hjálpt onkrum øðrum enn at gera tað sjálvur, sigur hann.

Joe Biden staðfestir samstundis, at hann er tilreiðar, um ”ongin annar bjóðar seg fram”.

Biden royndi eisini at gerast forsetavalevni í 1988 og aftur í 2008. Í 2008 endaði hann ístaðin við at stilla upp sum varaforsetavalevni hjá Barack Obama.

Til valið í 2016, tá núverandi forseti USA, Donald Trump, vann á Hillary Clinton, umhugsaði Joe Biden at stilla upp.

Hann endaði tó við at lata vera – millum annað orsaka av, at sonurin doyði av krabbameini í mai 2015.

- Eg angri ikki avgerðina, tí tað var tann rætta fyri familjuna, sigur Joe Biden sambært AP-tíðindastovuni.