(Savnsmynd)

Bíðitíðin til mammografi er tvær vikur í miðal



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 13:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Í miðal er bíðitínin at sleppa til kliniska røntgenbróstkanning – mammografi – tvær vikur. Men hon kann variera úr fáum døgum upp í seks vikur.

Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, í skrivligum svari til tingmannin Djóna Nolsøe Joensen, sum hevði sett henni spurningar um mammografiina.

Í svarinum greiðir Sirið Stenberg frá, at mamma-radiologurin er á Landssjúkrahúsinum triðju til sættu hvørja viku fyri at kanna kvinnur, ið eru ávístar til mammografi av kommunu- ella sjúkrahúslæknum. Tilsamans verða 11 vitjanir à tveir dagar í ár.

Landssjúkrahúsið hevur eisini avtalu við ein bróst-skurðlækna, sum vitjar umleið fjórðu hvørja viku. Í alt verða 13 vitjanir à ein dag í ár.

- Tað er soleiðis, at tann ávísingin, ið kemur stutt eftir at viðkomandi serlækni hevur verið í Føroyum, kemur at bíða longri, enn tann ávísingin ið kemur, stutt áðrenn viðkomandi serlækni kemur aftur á Landssjúkrahúsið. Um mamma-radiologurin metir tað verða heilsufakliga ráðiligt, so kann onkur ávísing verða útsett til næstu vitjan hjá mamma-radiologinum og tí bíða meir enn 6 vikur., sigur Sirið Stenberg í svarinum.

- Um mammografiin undirbyggir illgrunan um krabbamein, tekur mamma-radiologurin eina biopsi, sum síðani verður send til patologiska kanning. Patologiska kanningin tekur 1-2 vikur at gera. Um biopsi verður tikin, verður kvinnan samstundis ávíst til bróst-skurðlæknan, sum fráboðar kvinnuni svarið upp á biopsiina, fyrsta hann er aftur í Føroyum, eftir at svarið er komið.

Landssjúkrahúsið upplýsir, at frá tí at biopsi er tikin, til kvinnan fær svar frá bróst-skurðlæknanum, kunnu ganga frá 2 til 5 vikur, í miðal er bíðtíðin 25 dagar. Samlaða bíðitíðin, frá tí at ávísing verður send til Landssjúkrahúsið og til svar upp á biopsi verður givið, liggur millum 2 og 10 vikur. Í miðal er samlaða bíðitíðin 6 vikur.

Sambært Landssjúkrahúsinum verða uml. 35- 45 kvinnur ávístar til kliniska mammografi um mánaðin.