Tá føroyska U21 landsliðið vann avgerandi dystin móti Finnlandi í januar 2017. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer føroyskur hondbóltur til EM-endaspæl (Mynd: Jens Kr. Vang)

Biðja løgtingið um 800.000 til U21 landsliðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

16.05.2017 - 10:23

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í eykajáttanarlógini, sum Kristina Háfoss bar í tingið í gjár verður biðið um 800.000 krónur til U21 manslandsliðið í hondbólti, sum skal til HM endaspæl í Algeria í juli 2017.

Kostnaðurin fyri luttøkuna verður mettur til eina millión krónur, og neyðugt er hjá Hondbóltssambandinum at fáa fíggingina av luttøkuni til vega. Sagt verður í uppskotinum um eykajáttanarlóg, at Hondbóltssambandið ikki hevur lagt fíggjarliga upp fyri luttøkuni í Algeria.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroyskur hondbóltur luttekur í HM-endaspæli. Tað var í januar mánaða í ár, í einari undankapping í Høllini á Hálsi, at føroyska U21 landsliðið tryggjaði sær luttøku.