(Mynd: Sermitsiaq.AG)

Biður Sjúrð Skaale blanda seg uttanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 09:59

Tíðindi > Grønland

Tað er ikki fallið í góða jørð í Grønlandi, at føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, av talastóli fólkatingsins hevur lagt seg út í innanhýsis grønlendsk viðurskifti.

Tað var í farnu viku, í sambandi við umrøðuni av setanarrøðu forsætisráðharrans, at Sjúrður Skaale kom inn á ætlanirnar hjá grønlendska landsstýrinum um at avmarka møguleikarnar hjá føroyingum (og útlendingum) at fáa hýru sum yvirmenn á grønlendskum skipum.

Les: Grønlendingar ætla at útihýsa føroyskum yvirmonnum

Tað er politiski framsøgumaðurin hjá Siumut, Jess Svane, sum nú gevur ilt av sær.

- Tað er einki grundlag hjá føroyska fólkatingsliminum at blanda seg í viðurskifti um okkara land, skrivar Jess Svane í einum tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur.

Og hann leggur afturat:

- Innan ríkisfelagsskapin er sjálvandi nógv ymisk áhugamál, og tað virða vit í Siumut; eisini tá talan er um teirra meining um okkara land. Tó er tað ikki nýtt fyri okkum, at ávísir limir í ríkisfelagsskapinum einans hava búskaparlig áhugamál í okkum, skrivar Jess Svane og biður Sjúrð Skaale um at gevast við sínum ’kolonibestyrerstil’.

Hann vísir á, at talan er ikki um at skumpa føroyingar burtur.

- Kravið um tvey ár er nátúrligt, og orsøkin einføld, og málið er at verja fyritøkurnar hjá grønlendingum í Grønlandi, sigur Jess Svane.

Nógvir grønlendingar eru ósamdir í honum sæst á viðmerkingunum, ið eru skrivaðar undir greinini í Sermitsiaq.