Mynd: The Guardian

Big Sam nýggjur venjari í Palace

Jens Hákun Leo

24.12.2016 - 15:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enska Premier League felagið Crystal Palace hevur nú kunngjørt, at 62 ára gamli Sam Allardyce, fyrrverandi venjari hjá millum øðrum enska landsliðnum, Sunderland, West Ham og Bolton, tekur við sessinum sum managari í felagnum, eftir at felagið fyrr í vikuni koyrdi Alan Pardew úr starvinum.

Sam Allardyce hevur skrivað ein sáttmála við felagið, sum er galdandi til og við 2019.

Hetta vita fleiri enskir miðlar at siga.

Crystal Palace liggur í løtuni á einum 17.plássi í Premier League við 15 stigum fyri 17 dystir, eitt stig frammanfyri Sunderland á 18.plássinum. Tað var í kjalarvørrinum av hesi sannroynd umframt tí sannroynd, at felagið hevur tapt nógvar dystir hesa seinastu tíðina, at felagið koyrdi Alan Pardew úr starvinum sum managari hjá felagnum.

Sam Allardyce var fyrr í ár venjari hjá enska landsliðnum, men var hann tó bert í starvinum í 67 dagar, eftir at hann hevði úttalað seg til tíðindafólk hjá enska blaðnum The Daily Telegraph, sum høvdu latið seg í sum handilsfólk, um hvussu ein kann snúgva sær undan reglunum hjá enska fótbóltssambandinum, táverandi arbeiðsgevara hansara, viðvíkjandi triðjaparts ognarskapi av fótbóltsleikarum (third-party ownership of players).

Í upptøkum hjá tíðindafólkunum kom tá fram, at Sam Allardyce ikki heldur tað vera nakran trupulleika at snúgva sær undan jústumrøddu reglunum, sum komu í gildi í 2008, og at hann hevur kunnleika til fótbóltsagentar, sum gera tað allatíðina.

Tað kom eisini fram í upptøkunum hjá tíðindafólkunum, at Sam Allardyce viðgjørdi eitt tilboð, sum innibar, at hann skuldi ferðast til Singapore og Hong Kong fýra ferðir um árið til tess at kjakast við íleggjarar, sum ynskja at keypa fótbóltsleikarar, og at hann skuldi fáa 400.000 pund um árið fyri hetta.