Mynd: EPA

Leita framvegis eftir bilførara sum koyrdi á 100 fólk

Sverri Egholm

17.08.2017 - 23:21

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Løgreglan hevur framvegis ikki funnið bilføraran av hvíta vøruvogninum, sum seint seinnapartin rendi í eina mannamúgvu á gongugøtuni La Rambla í Barcelona.

Tað upplýsir spanska løgreglan á Twitter.

Bilførarin steðgaði bilinum nærhendis operahúsinum í Barcelona, og slapp sær til rýmingar. Einki bendir á, at hann var vápnaður, tá hann fór frá bilinum sigur ein talsmaður hjá løgregluni við tíðindastovuna AP.

Myndugleikarnir hava boðað frá, at 13 eru deyð í álopinum og minst 100 eru særd.

Tveir persónar eru higartil handtiknir í málinum, sum verður roknað sum eitt yvirgangsálop.

IS hevur tikið ábyrgdina av álopinum.

Les eisini: Føroyingur í Barcelona: Vit sleppa ikki út