Bilførarin royndi at støðga yvirgangsmanninum

Ingi Samuelsen

21.12.2016 - 07:52

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Polski bilførarin, sum varð funnin deyður í lastbilinum, sum koyrdi inn í ein jólamarknað í Berlin fyrradagin, var á lívi meðan álopið varð framt.

Stóra týska blaðið Bild sigur kanningarfólk, ið hava kannað líkið, at okkurt bendir á, at polendingurin royndi at forða fyri, at bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna.

Eitt av kanningarfólkunum sigur við Bild, at tað sær út til at bardagi hevur verið inni í bilinum millum bilføraran og álopsmannin. Bilførarin er skotin til deyðis við eini lítlari pistól eftir at lastbilurin støðgaði.

- Hann hevur barst afturímóti. Eftir øllum at døma hevur yvirgangsmaðurin stungið við knívi fleiri ferðir, meðan polendingurin royndi at fáa fatur á róðrinum fyri at bjarga mannalívum, sigur ónavnnevnda kanningarfólkið við Bild.

Bilurin varð rændur av ein ella fleiri gerningsmonnum, áðrenn hann varð brúktur til at koyra inn í jólamarknaðin har 12 fólk lótu lív og næstan 50 særdust.

23 ára gamli pakistanin, sum varð handtikin beint eftir álopið, varð í gjár latin leysur aftur, og er nú uttan fyri illgruna. Alt er nú aftur sett inn fyri at finna gerningsmannin, skrivar nrk.no.

- Vit gevast ikki fyrr enn gerningsmaðurin ella –menninir eru handtiknir, segði Thomas de Maizière, innanríkisráðharri, við týskt kringvarp í gjár.

IS hevur tikið ábyrgdina fyri álopið. Talsmaðurin hjá IS nevnir ikki hvør gerningsmaðurin í Berlin er, men upplýsir, at atsóknin var liðurí hevndini móti teimum londum, sum stríðast móti IS.

Týskland er ikki í beinleiðis stríði við IS, men hevur flogfør í Turkalandi til at stuðla teimum sameindu londunum, ið stríðast móti IS í Sýrialandi.

Enn hava týskir myndugleikar ikki fingið prógv, sum stuðla undir, at IS-yvirgangsfelagsskapurin stóð aftan fyri álopið.