Bilfríar Føroyar: Hvat segði Kári P. í Degi og Viku?



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

13.08.2013 - 11:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Nógv mundu fingið sjónvarpskaffi í rangan, tá tey hoyrdu landsstýrismannin í innlendismálum, Kára P. Højgaard í Degi og Viku í gjárkvøldi spæla framtíðargranskara. Í einum innslagi um privata uppskotið um Eysturoyartunnil, ivaðist landsstýrismaðurin í um tað fóru at vera bilar til um 30 ár. Men hvat var tað júst, sum hann segði. Tað endurgeva vit her:

Kári P. Højgaard: “Altso, váðin er sjálvsagt í tí, at Landsverk kann ikki forútsíggja, hvat bilar fara at koyra ígjøgnum. Landsverk kann ikki forútsíggja øll tey tingini, sum fara at henda....”

Sjónvarpsmaðurin: “Men Landsverk metir ikki, tað er ein stórur váði. Serfrøðin metir ikki, tað er ein stórur váði.

Kári P. Højgaard: “Jú, jú, við øllum framrokningum, við teimum tølum vit hava. Vit hava eisini Exit Føroyar, hvar ið hvat hendir við fólkatalinum, og hvat hendir við, í hesum tíðarskeiðinum upp á 30 ár. Koyra vit í bilum um 30 ár? Tað er ein óalmindiliga stórur váði, tá tú fert í eina íløgu upp á eitt so stórt tíðarskeið.”

Mynd: Jens Kr. Vang