Bíligari at koyra gjøgnum tunnlarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 11:41

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Tunnilsfeløgini, ið reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, hava tikið avgerð um at seta prísin niður.

Príslækkingin er galdandi fyri tey akfør, sum hava hald til tunnlarnar.

Fyri vanligar persónbilar lækkar prísurin við fimm krónum úr 30 krónum niður í 25 krónur fyri túrin. Og fyri tey langu akførini lækkar prísurin úr 135 krónum niður í 100 krónur fyri túrin.

Prísirnir fyri árshaldini og fyri stakar túrar verða óbroyttir.