Mynd: EPA

Bill Clinton givið út krimisøgu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

09.06.2018 - 11:40

Mentan > List > Bókmentir

 Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton er vorðin krimihøvundur.

"The President is Missing", (Forsetin er horvin, red.), eitur krimiskaldsøgan, sum hann hevur skrivað saman við bestseljandi amerikanska rithøvundinum James Patterson.

Clinton hevur givið út fleiri endurminningar, men "The President is Missing" er fyrsta skaldsøgan hjá honum. James Patterson hevur givið eina rúgvu av skaldsøgum út, síðan hann byrjaði at geva út bøkur í 90unum.

 "The President is Missing" snýr seg um Jonathan Lincoln Duncan, ein forseti, sum verður ákærdur fyri embætisbrot, eftir hann setur seg í samband við ein illagitnan teldusník. Men forsetin roynir í veruleikanum at bjarga heiminum frá einum komandi cyberálopi, og undir royndunum at bjarga heiminum, hvørvir forsetin, sum heitið eisini vísir á.

Tá Clinton og Patterson vóru gestir á The Late Show, segði Patterson, at hann helt nýggja skaldsøgan gav nógv betri innlit í, hvussu tað er at vera amerikanskur forseti, enn nøkur endurminning hann hevði lisið.

Bókin kom út 4. juni.