(savnsmynd)

Bill Clinton skrivar krimi-skaldsøgu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

09.05.2017 - 13:55

Mentan > List > Bókmentir

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton kann skjótt skriva krimi-rithøvundur á visittkortið. Saman við kenda krimihøvundanum James Patterson, hevur hann skriva eina spenningsbók, ”The President is Missing”.

Bókin verður lýst sum ein ”serstøk savning av svikaráðum, spenningi og drama handan valdsins hægstu gongir”. Og sambært útgevaranum snýr bókin seg um viðurskifti, sum bert ein forseti kann kenna til.

- Tað hevur verið spennandi at arbeiða við eini bók um ein sitandi forseta. Ikki minst tí eg hava kunnað brúkt tað, eg veit um starvið, um lívið í Hvítu Húsunum og mátan, ið Washington virkar, sigur Bill Clinton.

Hetta er ikki fyrsta bókin, sum Bill Clinton skrivar. Fyrrverandi forsetin hevur skrivað fleiri bøkur, endurminningar og yrkisprose.

James Patterson hevur skrivað ein hóp av spenningsbókum, eitt nú ”Along Came a Spider”, ið varð gjørd til film í 2001 við Morgan Freeman í høvuðsleiklutinum.

»The President Is Missing« kemur væntandi út í juni mánaða næsta ár.