Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bill Justinussen: - Løgmaður er trælur hjá Sonju Jógvansdóttir

Sverri Egholm

19.05.2017 - 16:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Løgmaður er trælur hjá Sonju Jógvansdóttir. Samgongan er trælur hjá Sonju Jógvansdóttir. Landið er trælur hjá Sonju Jógvansdóttir. 

So bersøgin var Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, frá tingsins røðarapalli, tá uppskotið um misálit á løgmann varð umrøtt. 

Les eisini: Sonja við andstøðuna: Vísið tykkum sum menn

Sambært løgtingsmanninum hevur Sonja Jógvansdóttir ov nógv vald. Hon er seytjanda og avgerandi atkvøðan. Um samgongan ikki ger, sum Sonja sigur, missir samgongan meirilutan. 

- Tað er ein politisk avgerð, sum løgmaður hevur tikið (at tulka §14, stk. 2, sum yvirtikið málsøkið, blaðm.). Fyri at varðveita maktina. Fyri at varðveita Sonju Jógvansdóttir. Hetta er ein maktkampur, segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. 

Seinni í kvøld skal løgtingið taka støðu til misálitið. Nær tað verður, er óvist.

Fylg orðaskiftinum her