Bill McLeod: Føroyskur fótbóltur komin eitt stig víðari

Ingi Samuelsen

10.09.2014 - 01:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var ein errin U21-landsliðsvenjari, sum tók samanum eftir flotta heimasigurin á Montenegro í Svangaskarði í kvøld.

- Tað var fult uppiborið at vit vunnu. Eg eri errin av dreingjunum. Teir fóru út og gjørdu tað, teir skuldi. Teir vístu dirvi, teir trýstu Montenegro, og vit vóru tættari at koma framum við tveimum ella trimum málum, enn teir vóru at javna, segði Bill McLeod.

Føroyar vunnu dystin 1-0 við einum máli, sum Ári Mohr Jónsson skjeyt eftir ein hálvan tíma. Føroyingarnir hildu leiðsluni allan dystin. Tað gjørdi tað kanska eitt sindur lættari at halda leiðsluna, tá liðskiparin hjá Montenegro varð vístur av vølli í 83. minutti fyri at skalla ein føroyskan leikara.

Hetta var seinasti dystur í hesi kappingini, og hóast Føroyar endaðu aftast í bólkinum, var Bill McLeod nøgdur við kappingina.

- Vit hava spælt væl, hava skorað mál næstan í hvørjum dysti, so vit kunnu vera errin. Við sigrinum í kvøld er føroyskur fótbóltur komin eitt stig víðari, staðfesti Bill McLeod, sum síðan U21 landsliðið byrjaði hevur verið venjari saman við Heðini Askham.

Úrslitið av bólki 6 í hesi U21-undankappingini gjørdist:
Týskland 20 stig
Rumenia 12 stig
Montenegro 11 stig
Írland 8 stig
Føroyar 4 stig