Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Bill vil hava greiðu á lønarútgjaldingum undir verkfalli

Sverri Egholm

15.01.2018 - 22:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bil Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, spyr í grein 52 fyrispurningini til Siri Stenberg, landsstýriskvinnu í kommunumálum um lønarútgjaldingar til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfallinum, sum um vikuskiftið fekk ein enda.

Hann vil millum annað hava at vita hvørjar kommunur hava útgoldið limum í pedagogfeløgum løn fyri tíðarskeiðið eftir, at verkfallið/verkbannið gjørdist veruleiki. Eisini vil hann hava at vita hvussu nógv er útgoldið og um orsøkirnar.

Løgtingsmaðurin vil eisini hava greiði á hvør heftir fyri og hevur ábyrgdina av einum møguligum tapi hjá kommunum um lønin ella láni - sum hann málber seg - ikki fæst innaftur.

- Fyri tað fyrsta, so er hetta er eitt sera óvanligt stig, sum stríðir móti øllum arbeiðsrættarligum reglum, har hvør partur sær mótvegis sínum egnu limum hevur ábyrgdina av teimum útreiðslum, sum stava frá einum slíkum verkfalli/verkbanni, skrivar Bill Justinussen í viðmerkingunum.

- So løgi tað ljóðar, so hevur kommunali arbeiðsgevarin, eins og Fíggjarmálaráðið, valt í fyrstu atløgu at fíggja kostnaðin av teimum tiltøkum hjá Føroya Pedagogfelag, sum eru vend móti kommunala arbeiðsgevaranum sjálvum.

- Eisini er tað umráðandi at fáa at vita, um heimildarspurningurin í heila tikið var viðgjørdur, og um nakað lógligt grundarlag var undir avgerðini, sigur hann millum annað í fyrispurninginum.