Bilur á sjógv – hundurin doyði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.01.2018 - 08:26

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ein bilur við tveimum fólkum og einum hundi í, koyrdi á sjógv í Runavík í gjárkvøldið. Persónarnir í bilinum bjargaðu sær í land aftur, men hundurin doyði.

Tað var um 19 tíðina, at bilurin fór á sjógv á havnarlagnum nærhendis handilin Borg, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni, sum ikki hevur nakra forkláring uppá, hví bilurin fór á sjógv.

Teir báðir persónarnir í bilinum bjargaðu sær í land aftur. Umleið ein tíma seinni, varð bilurin fingin upp á turt aftur, og tá varð staðfest, at hundurin, sum eisini var í bilinum, var druknaður.



beint nú