Bina: - Fantastiskt tá 4000 ung syngja lovsang saman

Snorri Brend

04.08.2014 - 22:29

Tíðindi > Trúarlív

Í hesum døgum eru eini 4000 fólk úr 25 ymiskum londum savnaði til stóru kristnu ungdómsstevnuna TeenStreet í týska býnum Münster.

Millum øll hesi túsundtals ungu finnast eisini ein hópur av føroyingum, sum ár eftir ár hava sett síni dám á tær undanfarnu stevnurnar.

Ein av føroyingunum á TeenStreet er Bina Kallsberg av Viðareiði.

Á heimasíðuni www.om.fo ber til at fylgja øllum tí, sum stendur teimum ungu í boði. Og her er eisini ein samrøða við Binu.



SUPER LOVSANGUR  
Í stuttu samrøðuni sigur hon at nógv gott er á skránni hesar dagarnar, ið TeenStreet varir – frá farna leygardegi til komandi.

Tað er tó serliga eitt ið er gott – stóra høllin, ið kallast Throne Room.

- Ja, tað sum er serliga gott har, eru møtini og tann góði lovsangurin sum ljómar í høllini, slær Bina fast.

Inni í fullsettu høllini rúmast øll hesi 4000 fólkini til tey tiltøkini.

- Tað er bara so stórt, - hetta, at orkestrið spælir so væl, og at øll syngja við. Tað er ordiliga well, sigur 19 ára gamla viðareiðiskvinnan.

Í sjónbandaðu samrøðuni er eisini eitt prát við ein annan føroyskan luttakara, ið sigur tað sama sum Bina: - Høllin er best.

Á skránni er annars undirvísing úr Bíbliuni, nógvur tónleikur og samvera millum tey ungu.

Somuleiðis eru onnur tiltøk ætlaði tannáringunum, so sum ítróttur, tónleikur, list, matgerð, drama og mangt annað.


Myndirnar eru frá ymiskum tiltøkum og støðum, nú stevnan hevur vart í tríggjar dagar.



http://youtu.be/X4jkCDWk9TI

Samrøða við Binu Kallsberg av Viðareiði