Bindifestivalurin verður síðst í apríl

Tíðindaskriv

30.03.2017 - 11:04

Mentan > Ítriv > Handarbeiði

Fuglfirðingar bjóða aftur í ár til bindifestival. Bindifestivalurin í árverður í døgunum 27., 28. og 29. apríl. Hesar tríggjar dagarnar verður sjóneykan sett á binding og handverk, bæði í gaman og álvara.

Leitar tú eftir onkrum spennandi ella ert tú forvitin um, hvat rørir seg millum bindiáhugað ella manglar tær íblástur, so er Fuglafjørður rætta staðið hesar dagarnar.

Byrjað verður longu hósmorgun við verkstovum og fyrilestrum og seinni um kvøldið verður pallborðsfundur, har yvirskriftin er “Klókar hendur og kvik høvd er eisini okkara tilfeingi”

Fríggjadagin og leygardagin halda verkstovur og fyrilestrar fram. Bæði kvøldini verða forvitnisligar kvøldsetur á norðurlendskum máli.

Tey, sum ætla sær aðrar avbjóðingar, hava møguleika at ganga upp um Skarðið, yvir á Hellurnar, har verkstovur eisini verða. Skúlaskipið Dragin siglir luttakararnar heimaftur seint seinnapartin.

Sølutorg og Kaffihús fara eisini at mynda landslagið í býnum hesar dagarnar.